Seinast dagført: 09.03.2011
Um COME

COME er ein føroyskur hjálparfelagsskapur sum hevur verið virkin í Sierra Leone síðan 2002. Tann 4. Juni 2009 varð felagsskapurin formelt skrásettur sum ein føroyskur hjálparfelagsskapur.

Come Virkar í Sierra Leone, ið er sera illa fyri aftaná at borgarakríggj hevur herjað í landinum frá 1991 til 2002.

Kjarnin í COME er barnaheimið í Kwama, ið varð bygt í 2007. Har búgva í løtuni 8 børn í aldrinum 4 til 10 ár. Ætlanin er at økja talið av børnum í nærmastu framtíð. Tað er pláss fyri 20 børnum á barnaheiminum.
Orðtøkini kap. 4 vers 26
Ger fóti tínum gøtuna slætta, lat allar vegir tínar miða á málið!
Orðtøkini kap. 19 vers 17
Tann, ið ger miskunn móti hinum fátæka, lænir HARRANUM, og HARRIN skal løna honum tað góða, ið hann ger.
Efesusbrævið kap. 2 vers 10
Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.
Matteus kap. 25 vers 40
Kongurin skal svara teimum: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!"
Stuðla COME
Um tú ynskir tú at stuðla COME kanst tú til dømis ...
- biðja fyri hjálpararbeiðinum
- vitja endurnýtsluhandilin í Kaldbak
- lata pening á konto nr. 6460-1819501
Nýggjar síður
09.03.2011: Um COME
16.11.2010: Stuðla COME
16.11.2010: Myndir
16.11.2010: Endurnýtsluhandilin
16.11.2010: 2007